Tað hevur verið ein drúgvur túrur, men nú hómast endin hjá Livar Nysted og føroysku manningini umborð á Avalon.
Báturin liggur í løtuni suðri úr Borðini, so nú er bara spurningur um tíð, áðrenn Avalon kemur inn á Nólsoyarfjørð.
Livar Nysted metti annars í gjárkvøldið, at teir fóru at vera á Havnini um tíggju tíðina í kvøld, so teir eru frammanfyri tíðarætlanina.
Hendan myndin er tikin úr einari av tyrlunum hjá Atlantic Airways, nú manningin umborð á Avalon nærkast landi.