Avalon nærkast Føroyum

Vænta at verða í Havn í kvøld.

Tað hevur gingið væl hjá havrógvarunum umborð á Avalon síðani teir fríggjadagin loysti frá Orknoyggjunum. So mikið væl, at teir nú av álvara byrja at nærkast Føroyum.


Á facebooksíðuni hjá Livar Nystend stendur, at Avalon væntandi kemur til Havnar í kvøld um 22 tíðina. Ætlanin var í gjár, at bíða eftir at vindurin skuldi skifta til ein eystan, og so rógva beina leið móti Føroyum.


Sagt verður eisini, at lagið umborð er gott, og at nógvir springarar hava verið at sæð á leiðini til Føroyar.


Ferðin fekk annars ikki eina góða byrjan. Tá teir høvdu róð umleið helmingin av teininum til Føroyar, vórðu teir noyddir at venda við aftur og rógva inn til Orknoyggjarnar, har teir bíðaðu eftir betri veðrið. Fríggjadagin loysti teir so frá landi aftur, og ikki kann sigast annað, enn at tað hevur gingið væl síðstu dagarnar.