Ferðin er endiliga komin at enda hjá Avalon og hennara føroyskari manning við Livar Nysted á odda, ið hava framt tað bragd at rógva úr Skotlandi til Føroya.
Endin gjørdist tó ikki tann, ið teir vónaðu. Í ringum veðrið kom Avalon á Gomlurætt í kvøld, aftaná ein fiskibátur hevði møtt teimum í Skopunarfirði, og kom teimum til hjálpa. Tá róku teir vestureftir, men báturin megnaði at fáa fast um og sleipa teir inn á Gomlurætt.
Talan varð ein drúgvan túr, ið varð eyðmerktur við ringum veðrið bæði við byrjan og enda, og manningin var sjónliga fegin um endiliga at hava nátt land. Fagnaðurin var eisini stórur, tá manningin endiliga var saman við teirra kæru aftur.