1. oktober fór Jústinus Leivsson Eidesgaard úr tíðindaleiðarastarvinum á Sosialinum. Pennurin, teldan og telefonin vera kortini ikki slept, tí næstu 18 mánaðirnar ætlar hann at nýta til at skriva eina ævisøgu, biografi, um kenda fiskiskiparan Kaj Johannesen, sum livdi frá 1910 til 1992. Hann var sonur Mortan í Hvannasundi, og elstur av Hvannasundsbrøðrunum. Ævisøgan um Kaj Johannesen verður fyrsta bók, sum Jústinus fer í holt við at skriva.
- Líka síðan eg var blaðungur havi eg havt ambitiónir um at skriva bøkur, men eg veit, at eg kundi ikki havt skrivað til dømis eina skaldsøgu fyri 20 árum síðan, hóast ambitiónirnar vóru har ? eg hevði ikki yvirblikkið til tað, greiðir Jústinus frá.
- Men nú eri eg 45 ár og havi royndir frá arbeiði sum journalistur í meiri enn 20 ár, so nú meti eg at tíðin er búgvin at fara undir at skriva eina bók, og fyrsta bókin verður so ein ævisøga. Eg taki hetta fyrst og fremst sum eina journalistiska uppgávu, og frá mínum arbeiði eri eg jú vanur at gera samrøður við fólk, so eg veit, at eg megni uppgávuna ? tú kanst siga, at hetta verður greinin uttan av-markingar, leggur hann smílandi afturat.
- Mín dreymur er einaferð at fara í holt við at skriva skaldskap, og kanska gerast rithøv-undur burturav, men eg havi valt at byrja varisliga við tí eg kenni, og ævisøgan liggur í so máta tættast journalistiska arbeiðinum, vísir Jústinus á.
Tørvar nýggjar avbjóðingar
Jústinus Leivsson Eidesgaard hevur starvast í blaðmannayrkinum í 22 ár. Hann greiðir frá, at eftir so nógv ár í yrkinum er ofta, at søgur og tíðindi kunnu tykjast sum endurtøkur, og eisini kann vera trupult at endurnýggja seg sjálvan og finna nýggjar háttir at borðreiða tíðindini fyri lesaranum.
- Tá tú skrivar er vanligt at siga, at tað er byrjanin, sum skal fanga áhugan hjá lesaranum, so hann tímir at lesa greinina til enda, og tí er neyðugt at gera tær ómak við byrjanini. Men tað er avmarkað, hvussu ofta tú kanst variera byrjanina til eina søgu um, at Heimamissiónin hevur ársmøti, ella tíðindini um ein býráðsfund við tilvildarligari dagsskrá. Eitt annað dømi eru tølini fyri veiðuna undir Føroyum, sum Fiskiveiðieftirlitið sendir út einaferð um mánaðin. Á telduni havi eg liggjandi 14 variantar av søgum, skrivaðir burtur úr Excel-rokniarkinum við veiðitølunum. Hetta eru alt tíðindi, sum skulu skrivast, men eftir 22 árum í yrkinum havi eg nú hug at royna nakað annað, eg vil ríva meg leysan úr dagliga journalistiska starvinum og gerast fríur, sigur Jústinus. Hann leggur afturat, at tað eisini er ein spurningur um at prógva, at hann er førur fyri at standa á egnum beinum, uttan fasta løn og fíggjarligt trygdarnet.
- Nei, trygdarnet havi eg einki, men eg trúgvi uppá ætlanina og at tað verður undirtøka fyri bókini, tá hon verður liðug um 18 mánaðir. Eg og familjan koma nokk ikki at noyðast at eta havragreyt hvønn dag, og tey, sum vit hava fíggjarligar skyldur mótvegis, trúgva eisini uppá ætlanina, so tað skal ganga, greiðir Jústinus frá og leggur afturat:
- Eg livi í degnum í dag, hann er tann einasti, eg kann gera nakað við, tí morgindagurin er ikki komin enn. Tú kanst siga, at tað er sum at fara nýggjan túr við skipi, tú veitst ikki frammanundan, hvussu tað fer at hilnast, men gerst tú títt besta hvønn dag, nýtir skil og torir at royna nýggjar leiðir, so skal tað nokk ganga. Kaj tordi at royna nýggjar leiðir.
Jústines hevur tosað seg heitan. Tað er sum um hann steðgar á eitt bil, tá hann við eitt nevnir Kaj sum dømi um ein mann, sum tordi. Hann royndi nýggjar leiðir í fiskiskapi, og tað eydnaðist. Tað er týðiligt, at Jústinus hevur stóra virðing fyri rokskiparanum úr Hvannasundi.
- Eg vaks upp í Oyndafirði, har flestu menn vóru fiskimenn, og sigldu við skipum, antin úr Fuglafirði ella úr Klaksvík. Mær hevur altíð dámað væl at lurtað eftir teirra práti og frásøgnum, og tí minnist eg nógvar av søgunum um, hvat gekk fyri seg í tjúgunum, undir kreppuni í tríatiárunum, krígsárini, í fimtiárunum og í sekstiárunum, haðan eg sjálvur havi nógv minnir frá mínum uppvøkstri. Í tonkunum og mínum hugaheimi sita nógv brot úr frásagnum frá hesum tíðarskeiðum, men enn vantar ein heildarmynd av søguni hjá fiskimanninum ? tað vóni eg, at arbeiðið við ævisøguni kann geva mær, greiðir Jústinus frá. Hann minnist, at í nógvum av frásagnunum, hann hoyrdi sum smádrongur og hálvvaksin, varð Kaj Johannesen nevndur, og fleiri av teimum, sum søgdu frá, sigldu eisini saman við Kaj.
- Síðan tá og til dagin í dag havi eg verið bergtikin av hesum manni. Hvussu ber tað til, at hann ár eftir ár helt sær á toppinum og taldist millum bestu fiskiskiparar í landinum, spyr Jústinus.
Hitti sjálvur Kaj
Einaferð kom Jústinus av tilvild at hitta rokskiparan, hann hevði hoyrt so manga søguna um. Tað var tíðliga í áttatiárunum, og Jústinus var endaður á sjúkrahúsinum, har hann skuldi liggja nakrar dagar.
- Frá fyrstu løtu fekk eg stóra virðing fyri hesum stóra og bulmikla manni. Ikki so nógv fyri tað hann segði, men fyri hansara verumáta ? myndugleikin lýsti úr honum, greiðir Jústinus frá og heldur fram:
- Vit sita nakrir mans við borðið í matstovuni á deildini, til reiðar at fáa okkum at eta. Sum vit sita, kemur hesin kempistóri maður inn, setur seg við borðið, og uttan at hyggja at nøkrum av okkum foldar hann hendurnar og biður eina lítla bøn. Eg minnist, at tá hann varð liðugur, gjørdu við aðrir tað sama, greiðir Jústinus frá. Sjálvur var eg ungur og tú kanst kanska siga mitt í einum andaligum uppreistri, men hóast tað foldaði eisini eg hendurnar og fór at biðja ? tað var treyðugt, men eg gjørdi tað, leggur Jústinus afturat. Jústinus varð liggjandi á sjúkrahúsinum nakrar dagar. Á deildini vóru, umframt Kaj, eisini Júst í Túni og Jørgen Olsen.
- Eg minnist aftur á prátið teirra millum. Mær hevur altíð dámað væl at lurtað eftir frásagnum, og eg haldi, at hesir tríggir menn, sum allir vóru væl eldri enn eg, góðtóku, at eg var við - eg slapp líkasum uppí teirra prát, greiðir Jústinus frá, og heldur fram:
- Tað var áhugavert at hoyra hesar menn práta. Júst í Túni, sála, ein av undangongumonnunum í føroyskari ali- og nótavinnu, og Jørgen Olsen, sáli, ein sjálvlærdur granskari, sum m.a. fann út av, at sildin svevur ? og enntá á høvdinum. Og so Kaj, rokskiparan úr Hvannasundi.
Dagarnar á sjúkrahúsinum var einastu ferð, at Jústinus fekk høvi at hitta elsta av Hvannasundsbrøðrunum, sum doyði í 1992.
Nú hann fer undir at skriva ævisøgu um Kaj Johannesen, er Jústinus ikki í iva um, at tað hevur týdning, at hann hevur hitt og prátað við mannin, sum hansara arbeiði næstu 18 mánaðirnar fer at snúgva seg um. Hóast stóra virðing fyri Kaj og hóast hann er bergtikin av hesum rokskipara úr Hvannasundi, sum í fleiri áratíggju fylti sluppir og trolarar við fiski og førdi tey fullfermd aftur at landi, er Jústinus ikki bangin fyri, at hetta fer at káma út yvir aðrar síður av persóninum Kaj Johannesen, tá ævisøgan skal skrivast.
- Eg veit, at í hesum føri fara mínar journalistisku royndir at koma mær til góða. Eg trúgvi ikki uppá, at nakað menniskja er heilt fullkomið, og mín uppgáva við ævisøguni er at lýsa høvuðssíðurnar av Kaj sum persóni og fiskiskipara. Kaj var eisini ein trúgvandi maður. Hann varð umvendur á møti hjá Brøðrasamkomuni í Havn, meðan hann gekk á skiparaskúla fyrst í tríatiárunum, og øll árini hevði hann møti umborð á skipunum, hann førdi, greiðir Jústinus frá.
Ævisøgan um Kaj Johannesen fer at fevna heilt frá barna- og ungdómsárunum til 1973, tá hann fór í land fyri seinastu ferð. Eisini hevur Jústinus hugsað sær, í einum kapittli í bókini, at seta spurningin, hvat skal til fyri at gerast ein góður fiskiskipari.
Gleðir seg til uppgávuna
Jústinus hevur ruddað skriviborðið á Sosialinum, og hóast hann ikki kann útihýsa, at onkur greinin í hansara navni møguliga fer at síggjast í blaðnum av og á, hevur hann fyribils lagt blaðmannastarvið á hillina. Seinni í vetur ætlar hann sær eisini at fara frá sum formaður í Blaðmannafelagnum, eitt starv, hann hevur røkt í tvey ár.
Í arbeiðinum við at skriva ævisøguna væntar Jústinus at koma víða um í Føroyum at tosa við fólk, sum kendu Kaj Johannesen. Hann hevur longu verið í Aberdeen og leitað sær tilfar, og eisini ætlar hann sær til Grimsby og Fleetwood, umframt til Grønlands. Harumframt væntar hann, at Ríkisskjalasavnið í Keypmannahavn kann gerast ein hjálp í arbeiðinum.
Jústinus greiðir frá, at familjan hjá Kaj hevur tikið væl ímóti ætlanini, og millum annað kemur hann ein part av tíðini at sita og arbeiða í húsinum hjá Kaj Johannesen í Klaksvík, har hann eisini hevði eina skrivstovu.
- Eg eri spentur at fara í holt við uppgávuna, og føli við mær sjálvum, at hetta er ein bók, sum eg má skriva, greiðir Jústinus frá. Hann leggur afturat, at hetta eisini er ein stór avbjóðing fyri seg persónliga. Og honum tørvar avbjóðingar.
- Árini frá 1996 til 2000 starvaðist eg sum hjálparmaður innan sjómanskirkjuna, fyrst í Singapore og síðan í Hamburg. Hesi árini hava millum annað gjørt, at eg í dag føli meg meira sjálvstøðugan og leysari av vanliga gerandisdegnum við føstum arbeiði frá átta til fýra. Og hesi árini hava eisini gjørt, at tað nú er lættari hjá mær at ríva meg leysan úr mínum dagliga arbeiði fyri at royna nakað annað, vísir Jústinus á.
- Eg má siga, at eg eri spentur uppá endaliga úrslitið. Í dag veit eg ikki, hvussu bókin fer at síggja út, tá hon verður liðug um 18 mánaðir, men eg havi eitt ánilsi. Møguliga verði eg skuffaður, men tað kann eisini vera, at eg gerist yvirraskaður. Eg kann tó longu nú lova lesaranum, at ævisøgan um Kaj ikki verður keðilig at lesa, sigur Jústinus at enda.