Áðrenn oyggjaleikirnar var einasta altjóða kappingin Inga hevði luttikið í, ein kapping í Hillerød. Ein kapping, sum Inga lýsir rættiliga væl.
– Hølini vóru nakað væl størri, men oyggjaleikirnir eru nakað væl størri, sigur hon.
Tað var fyrr í ár, at Inga luttók í Hillerød. Nú hevur hon so kappast á oyggjaleikunum, og longu hósdagin fer hon víðari til næstu kapping. Tað verður á Malta, har hon skal kappast móti kvinnum føddar í 1992.
– Eg fari beinleiðis av Rhodos til Malta umvegis München og Frankfurt, greiðir Inga Remmel frá, sum gleðir seg nógv til kappingina. Við á ferðini verður venjari hennara úr Havnar Judofelag, Jan Günther.
Til kappingina luttaka tvær tær bestu kvinnurnar úr hvørjum landi, men ilt er at meta um, hvussu Inga stendur í mun til hesar. Fyribils fegnast Inga bara um bronsuheiðursmerki hon vann í gjár, og at hon ikki fekk nakran álvarsaman skaða.









