Av motorvegi á landsveg:

Tað rennur ein javnur streymur av brúktum bilum úr Týsklandi til Føroya. Nógv fólk velja heldur at keypa sær ein seks ára gamlan eksklusivan bil beinleiðis úr Týsklandi fyri hálvtannaðhundrað túsund enn ein nýggjan og ikki so fínan bil frá føroysku bilasølunum fyri sama prís. Hetta sæst týðuliga aftur á føroysku vegunum, har tað alsamt styttist millum betru týsku bilamerkini.

 

Fyritøkur, ið liva av at innflyta brúktar bilar, spríkja upp, meðan summar av bilasølunum hyggja við skeptiskum eygum at nýggju, brúktu, bilunum, ið hava slitið síni barnadekk á týsku motorvegunum og nú eru komnir til Føroya á gamalsaldrinum.

 

Fleiri eru sólskinssøgurnar um lukkuligar bilaeigarar, og somuleiðis eru tær minni bjørtu søgurnar um týskar bilar, ið ongantíð náa at slíta nakað serligt av føroyskum asfalti, áðrenn motorurin gevur upp vegna slit.

 

Í greinunum á hesum síðum verður spurningur settur við, hvørjir fyrimunir og vansar eru við at keypa innfluttu brúktu bilarnar.