Siðsøgan, hjá Óla Jacobsen var av misgávum ikki við í Sosialinum hesaferð.
Hesaferð var siðsøgan um Valdemar Lützen og grannalagið í Rættará - 2. partur í røðini.
Óli Jacobsen skrivar har, at ímyndin av virkseminum hjá Valdemar Lützen var “Kul, koks og brænde”. Men her var so nógv annað virksemi, sum skal lýsast í hesum partinum.
»Bretska hervaldið helt til í einum parti av Fabrikkini undir seinasta veraldarbardaga. Har høvdu teir stóra goymslu av mati í blikkum og frystivørum. Eisini vóru klæðir og militerskógvar. Nógv av teimum tómu blikkunum komu aftur, og tey vóru bankaði fløt og koyrd í tunnur. Blikkini blivu send aftur til Onglands, har tey blivu brædd og gjørd til kúlur og annað.
Fyritøkan hevði sítt egna elverk. Tann fyrsta maskinan, ið var dampdrivin, var um 50 hestar. Hon dreiv kompressarar, valsir og kvørnir og annað á Fabrikkini. Hesin motorurin bleiv skiftur út við motorinum á gamla meiaríbátinum, Tróndi. Seinni fekst dieselmotorur. Fyri at økja um drívmegina á dampmaskinuni varð eitt øki keypt norðanfyri Rættará, har ein brunnur varð bygdur, og vatnið frá honum kom at hjálpa til at dríva maskinuna.«
Siðsøgan verður aftur í Sosialinum næsta vikuskifti.