Av landssjúkrahúsinum í Tórshavnar Býráð

Stjórin á Landssjúkrahúsinum fer nú í starv í Tórshavnar Býráð

Fyri lítlari løtu síðani varð boðað frá, at Sigurð Ó Vang hevði sagt upp sum stjóri á Landssjúkrahúsinum, tí hann hevði fingið nýggjar avbjóðingar, sum tað eitur.

Og nú er greitt, at nýggja avbjóðingn hjá honum, er, at hann skal verða mentamálaleiðari hjá Tórshavnar Býráð.

 

Les eisini: Stjórin á Landssjúkrahúsinum sagt upp

 

Sigurð Ó. Vang er nevniliga settur í starv sum nýggjur mentamálaleiðari í Tórshavnar kommunu og hann skal byrja í nýggja starvinum 1. juni.

Hann er 41 ára gamal og útbúgvin cand.merc.jur og hesi seinastu fýra árini hevur hann verið stjóri á Landssjúkrahúsinum

 

Mentamáladeildin í Tórshavnar Býráð umsitur fólkaskúlaøkið, mentan, frítíðartilboð og ítróttamál og stovnarnir sum hoyra til tað økið.