Av landinum at keypa

Í mong ár hava danskir politikarar og handilsmenn keglast um, hvussu nógv danir munnu keypa hinumegin týska markið, og nú ásanna myndugleikarnir, at tann sokallaði marknahandilin er nógv størri, enn teir hava mett.

Sambært grannskoðarafyritøkuni Deloitte keyptu handlarnir týsku megin markið 181 milliónir litrar av øli og 220 milliónir litrar av sodavatni frá donskum bryggjaríum í fjør.

Tað er næstan tvær ferðir so nógv, sum almenn tøl higartil hava sagt, og niðurstøðan hjá Deloitte er, at triðja hvør sodavatn og fjórða hvør øl, sum bleiv drukkin í Danmark í fjør, var keypt hinumegin markið.