Tað eru mangar megnarkvinnur komnar úr Vestmanna.
Tað eru ikki so nógvir mánaðir síðani, at Sosialurin skrivaði um ungu hondbóltskvinnuna, Duritu Christophersen, sum avloysti umborð á Fram sum stýrimaður, og í farnu viku skrivaðu vit um aðra kvinnu úr Vestmanna, sum nú verður kaptajnur umborð á stóra ferðamannaskipinum, Queen Victoria.
Hon eitur Ingerð Klein Olsen, eins og ein onnur, javnaldrað vestmannakvinna, Ingerð á Rógvi Olsen.
- Ja, vit eru javngamlar, bara tveir dagar ímillum okkum, sigur Ingerð á Rógvi Olsen, sum 1. juli byrjaði í starvi sum hotell leiðari á Hotel Tórshavn við ábyrgd av hotellinum, matstovuni, barrini og Kafé Vágsbotn.
Hugurin hevur altíð staðið til tænarayrkið, og árini 1989 til 1991 sigldi hon við Norrönu í summarsiglingini, og um vetrarnar hjálpti hon til á kendu matstovuni í Tivoli, Nimb.
- Inspektørurin har var danskur, men hevði arbeitt í Føroyum. Honum dámdi sera væl føroyska arbeiðsmegi og tók meg veruliga undir sínar veingir, so har lærdi eg alt frá grundini av, sigur Ingerð á Rógvi Olsen.
Fyrst í 90-árunum tók hon eisini studentsprógv eftir tveimum árum í Danmark, og arbeiddi samstundis sum tænari.
- Eg arbeiddi í Nimb og Påfuglen áðrenn eg fór umborð á DFDS, har eg sigldi við á bæði Olso-rutuni og Harwich-Newcastle, sigur Ingerð á Rógvi Olsen.
Seinni fór leiðarin á Påfuglen at arbeiða á Hilton, og tá fylgdi Inger við
Til Grønlands
Um somu tíð fram til endan av 1990-unum sigldu báðar Ingerð’irnar úr Vestmana við DFDS.
- Tó ikki við sama skipi. Eg sigldi upp á Harwich og Newcastle, meðan Ingerð Klein Olsen sigldi á Oslo-rutuni hjá felagnum, sigur Ingerð á Rógvi Olsen.
Hon sigur, at í tænastuvinnuni er tað so, at tú arbeiðir upp á provisitión, og tíð ræður um at arbeiða so nógv sum tilber, meðan sesongin er, og um vetrarnar royndi man so nakað annað.
- Eg var tveir vetrar í Sveits og ein á Mallorca sum tænari. Eisini arbeiddi eg eitt skifti á Skovridderkroen úti í Gentofte og sanniliga eisini eitt tíðarskeið á Skarv, sigur Ingerð á Rógvi Olsen.
Og tað var á føroysku barrini í Keypmannahavn, at hon hitti nógvar grønlendingar, sum tóktust henni bæði fittir og fyrikomandi.
- Vit skulu heldur ikki gloyma, at vit skylda grønlendingum eina rúgvu. Vit hava fiskað har í ártíggjur, og tað er ikki so frægt, at vit hava ruddað upp eftir okkum, sigur Ingerð á Rógvi Olsen.
Hennara longsul at sleppa til Grønlands førdi eisini til, at hon tók tænaraútbúgving, og hon varð útlærd í 2000.
- Tað er so, at fyri at kunna arbeiða í Grønlandi, mást tú hava neyðugu útbúgvingina, so tá eg hevði fingið hana, fór eg til Grønlands at arbeiða í 2001, sigur Ingerð á Rógvi Olsen.
Stikk í sekkin
Í Grønlandi starvaðist Ingerð í fleiri ár og upplivdi mangt spennandi og óvæntað. Men framman undan tí hevði hon eisini aðrar upplivingar, sum ikki endiliga høvdu nakað við tænastuyrkið at gera.
Vetrarnar, meðan eg sigldi við Norrönu var eg í Miðamerika. Fyrru ferð fyri at heinta kaffi og seinnu ferðina at arbeiða á einari daquari barr. Men tað var mest fyri at uppliva nakað annaðleiðis og ikki fyri pengarnar skuld, tí hetta var eitt tiltak, sum Mellemfolkeligt Samvirke stóð fyri, sigur Ingerð á Rógvi Olsen.
Í 2000 var hon eisini ein svipp í Írlandi.
Men tað er sum nevnt í Grønlandi, at hon hevur fingið størstu upplivingarnar.
- Ein morgun dukaði á hurðina, og uttan fyri stóð starvsfólkaleiðarin hjá KGH. Eg fekk tíggju minuttir at taka støðu til, um eg vildi við einum stórum grønlandskum rækjutrolara sum messur. Men eg hevði júkað og júkað so leingi, at tá eg endiliga fekk møguleikan, tók eg av, sigur Ingerð á Rógvi Olsen.
Knapt ár var hon við rækjutrolaranum, Akamalik, og har upplivdi hon eisini mangt og hvat.
- At liggja inni í innlandsísinum í góðveðrinum og síggja eina ísbjørn við unga sínum spæla sær á ísinum er ein uppliving, eg ongantíð gloymi, sigur Ingerð á Rógvi Olsen.
Hon fylti 40, meðan hon var umborð á Akamalik, og tað er sjálvandi eisini nakað serligt, og meðan hon arbeiddi á Thule-basuni fekk hon eina aðra stóra uppliving, nevniliga at koyra á hundasletu á ísinum.
Víðkaði sjónarringin
Eftir at hava starvast í Grønlandi í nøkur ár, gjørdi Ingerð av at fara til Danmarkar at lesa samfelagsfrøði á Århus universitet.
- Og tað var meðan eg læs í Århus, at hendan lýsingin frá Hotel Tórshavn. Hotel Tórshavn er eitt av in-støðunum í Føroyum, og tí helt eg tað vera eina sera spennandi avbjóðing. Talan er um eitt konsept, sum er upparbeitt, so avbjóðingin liggur í at varðveita kundaflokkin, sigur Ingerð á Rógvi Olsen.
Hon byrjaði næstseinasta leygardag, men tað er longu nógv, sum er komið eitt sindur óvart á.
- Eg eri púra ovfarin av starvsfólkunum og kann ikki rósa teimum nóg mikið. Tey hava verið ótrúlig ta stuttu tíð, eg havi verið her, sigur Ingerð á Rógvi Olsen.
Men tað eru eisini onnur fólk, sum hava imponerað tænaran úr Vestmanna.
- Meðan eg var í Grønlandi skipaði eg fyri útferðum í Illulisat, tá John McCain var har á vitjan. Politikkur fyllir rættiliga nógv í almenna rúminum, og tað merktist eisini, tá eg var í Írlandi og val var har, sigur Ingerð á Rógvi Olsen.
Tað standa stórar avbjóðingar fyri framman hjá einum nýggjum hotell leiðara, og fyrst fer Ingerð at seta seg inn í føroyska býarmentan.
- Eitt sum eg heilt vist fari at sakna, eru vínhandlararnir. Eg eri von við, at teir senda vínroyndir, sum tænarar og kokkar so kunnu royna aftur við matinum. Tann møguleikin finst ikki í Føroyum, og tað verður ein avbjóðing, sigur Ingerð á Rógvi Olsen.
Ólavsøka
Men fyrsta stóra avbjóðingin verður ólavsøkan, sum er beint fyri stavn.
- Eg eri við í fyrireikingunum, men má fyri tað mesta standa á síðulinjuni og fylgja við. Tíbetur eru fólk her, sum hava skipað fyri á ólavsøku fyrr, ikki minst Jóannes Jensen, so tað fer nokk at ganga, sigur Ingerð á Rógvi Olsen.
Umframt Hvonn og matstovuna á Hotel Tórshavn er Kafé Vágsbotn eisini í konseptinum, og sum nakað nýtt verður tjald sett upp á Nólsoyar Páls torginum, har matur frá Hvonn og Etika verður at selja, umframt okkurt drekkandi aftur við eisini.
- Á matstovuni fara vit at laga matarskrána til, soleiðis at kokkarnir megna at avgreiða bíleggingarnar. Vit hava altíð havt eina serliga ólavsøku matskrá, og tað fara vit eisini at hava í ár, sigur Ingerð á Rógvi Olsen.
Tað merkir eitt sindur avmarkað úrval av pitsum, Pitabreyð, nakað av pasta, wok, burgari, steak og ein fiskarættur. Barnamatskrá verður eisini umframt tvær ymiskar dessertir.
- Kafein í Vágsbotni verður opin sum vanligt er á ólavsøku fram til klokkan 04 á morgni, og har verða øl, frísktpressað djús, kaffi, te sodavatn vaflur og líknandi at fáa, meðan tað í tjaldinum verður sushi, suppa, pizza øl og vín at fáa. Eisini tjaldið verður opið sum vanligt er á ólavsøku, sigur Ingerð á Rógvi Olsen.
Vit fara at kalla alla manningina inn um ólavsøkuna, og tey fara so at arbeiða í vaktum, sigur Ingerð á Rógvi Olsen, nýggi leiðarin á Hotel Tórshavn.