Dagurin í dag hevur verið av teimum allarbestu við sól oman og niðan.
Mong hava nýtt høvið at ligið uttan fyri í sólini, meðan onnur hava leitað sær oman á strondina.
Seinnapartin, tá fólk komu frá arbeiði úr Havn, var tað ein hugalig sjón, ið møtti teimum, tí hópurin av nólsoyarbørnum - og avbygdabørnum fyri tann skuld, høvdu leitað sær oman á sandin á Malarenda.
Og tey vóru langt frá kritlut, tí fleiri av teimum størru børnunum svumu á sjónum, eins og vanligt var fyri mongum árum síðani.
Sagt verður framvegis frá góðum veðri í morgin, tó at ikki skal roknast við hita heilt upp í 18 stig, eins og tað hevur verið onkunstaðni í dag.
Men fyri okkum øll ræður um at njóta sólina og góða veðrið, meðan vit hava tað.