Av!

Verjuspælari hjá Liverpool bjargaði liðnum stig, hóast hann fekk álvarsaman skaða

Martin Skrtel fekk í gjár stórt hol á høvdið, tá Liverpool og Arsenal spældu í Premier League. Verjuspælarin hjá Liverpool fekk fótin hjá Oliver Giroud beint í skallan og fór at bløða illa. Stutt fyri tíð bjargaði hann Liverpool stig, tá hann við sama høvdi stútaði bóltin í mál langt inni í yvirtíðini.

 

Les eisini: Villa breyt sigursrøðina hjá United

 

Tað var í seinna hálvleiki í dystinum, at miðverjin úr Slovakia fór umkoll í nærdysti við Oliver Giroud. Tá endaði tað við at Martin Skrtel fekk fótin hjá Oliver Giroud so beint í skallan og fór at bløð. Martin Skrtel hevur nú lagt eina mynd út til almenningin, har til ber at síggja hvussu umfatandi skaðin var.

 

- Hetta er tað størsta holið í høvdið eg havi uppliva í míni tíð, sigur Chris Morgan, ið er partur av læknatoyminum hjá Liverpool, á Twitter.

 

Les eisni: Fótbóltspanelið: Wenger og Rodgers til viðgerðar

 

Sum sæst á myndini, so er sárið klipsa saman í átta støðum. Tað bløddi illa, men læknatoymið hjá Liverpool megaði at steðga bløðingini, so Martin Skrtel kundi halda fram. Tað er ikki lov at vera á vøllinum, um tú bløðir.

 

Hóast Liverpool var greitt omaná leikliga, so var tað Arsenal, sum var um reppið at vinna dystin. Liverpool kom á odda stutt fyri hálvleik, men í minuttinum seinni javnaði Arsenal. Í seinna hálvleiki helt Liverpool fram at trýsta, men Arsenal kom á odda, tá Oliver Giroud sendi flatt innlegg í mál.

 

Orsaka av skaðnum hjá Martin Skrtel legði dómarin níggju minuttir afturat. Tá sjey av teimum vóru spældir javnaði sami Martin Skrtel eftir hornaspark.

 

Seinasti dysturin í 17. umfari í Premier League verður í kvøld, tá Stoke tekur móti oddaliðnum Chelsea.

 

Premier League:

Leygardagin:

Manchester City – Crystal Palace 3-0

Aston Villa – Manchester United 1-1

Hull – Swansea 0-1

QPR – WBA 3-2

Southampton – Everton 3-0

Tottenham – Burnley 2-1

West Ham – Leicester 2-0

 

Í gjár:

Newcastle – Sunderland 0-1

Liverpool – Arsenal 2-2

 

Í dag:

Stoke – Chelsea (20:00)