Autoteknik og Mekopartner bilverkstøð í Føroyum

Norðurlendska eykalutaketan Mekonomen etablerar seg nú við Autoteknik og Mekopartner bilverkstøðum í Føroyum.

Mekonomen er størsta keta av bilverkstøðum í Norðurlondum við umleið 1100 Autoteknik og MekoPartner verkstøðum. Umframt at Mekonomen hevur yvir 200 Mekonomen handlar í Svøríki, Norra, Danmark og Føroyum, sum bjóða eitt komplett vøruúrval av eykalutum, amboðum og útgerð til bilar. Mekonomen gevur t.d. 3 ára garanti upp á allar eykalutir.


Heini Haubro, sølustjóri hjá Mekonomen, sigur, at avtalurnar eru við at koma upp á pláss við tey ymisku bilverkstøðini kring landið. Hann sigur, at munurin millum Autoteknik og Mekopartner bilverkstøðini er, hvussu væl tey ymisku verðstøðini eru útgjørd. Verkstøðini koma at hava skelti, sum vísa hvat slag av verkstaði talan er um.