Kia er ogn hjá Hyundai
Hyundai eigur koreansku Kiabilverksmiðjuna, sum keypir komponentar frá Mazda og hevur keypt rættin til at framleiða Lotus Elan.
Kelda: Bilen Motor & Sport
Prius ikki til Danmarkar
Hybridbilurin hjá Toyota, Prius, kemur ikki til Danmarkar vegna tey høgu avgjøldini, sum donsku myndugleikarnir leggja á hendan umhvørvisvinarliga og orkusparandi bilin.
Kelda : Motor Magasinet
Ongin trupulleiki um beinini eru ov stutt
Magnus Gunnarsson
Fólk við stuttum beinum hava ofta havt trupulleikar við at røkka niður til pedalirnar á fleiri stórum bilum. Nú allir bilar hava airbag í rættinum, kann tað verða hættisligt at sita ov nær rættinum, um airbag pútan verður útloyst. Frástøðan skal vera minst 25-30 cm millum rættið og bilføraran.
Ein fyritøka í USA hevur gjørt pedalir, sum kunnu stillast nærri fótinum, og koma hesar at verða standardútgerð í fleiri amerikonskum persónbilum. Hetta verður gjørt fyri at tryggja frástøðuna millum bilføraran og rættið.
Kelda: FDM / Motor