Auto vann Føroya Bjór Cup í bowling

Leygardagin varð skipað fyri firmakapping í bowling í Bowlinghøllini á Hálsi í Havn. 36 lið úr ymsum virkjum tóku lut

FIRMAKAPPING
Eirikur Lindenskov

Petur Petersen á Føroya Bjór sigur, at stórur áhuga var fyri kappingini, tí heil 21 lið stóðu á bíðlista, og tí verður umhugsað at skipa fyri líknandi kapping longu í vár.
Kappingin byrjaði leygarmorgunin kl 9 og endaði kl 18 seinnapartin.
Tríggir luttakarar vóru á hvørjum liði og vórðu spæld tvey spøl. Samlaðub stigini vóru síðani avgerandi fyri, um liðið kom víðari í kappingini.
Kl 17:30 varð finalan spæld millum PE Kolonial, Hafnia og Auto.
Auto (Eigin, Jón og Karsten) vann kappingina við 1006 stigum, meðan PE Kolonial (Báður, Grettir og Johan) var nummar tvey við 974 stigum og Hafnia (Rotem, Jalle og Gudmund) gjørdist vann triða plássið við 857 stigum.
Vinnarin fekk gávukort frá Hotel Føroyum, meðan Føroya Bjór, sum stuðlað hevði kappingini, lat vinningar til nummar tvey og trý.