Austrian Art Ensemble Norðurlandahúsinum í kvøld.
Á Summartóna-konsert í kvøld verður tónaverkið hjá Werner Schulze, sum á gjárkvøldið fekk føroyska frumframførslu í Fuglafjarðar Kirkju, at hoyra í Norðurlandahúsinum.
Framførsluna fremur Austrian Art Ensemble úr Eysturríki. Hetta ljómlið varð stovnað 1980 í Graz og hevði tað sum sína upprunaligu ætlan helst at framføra teaturtónleik. Men sum frá leið er AAE vorðið eitt gitið kamarorkestur, sum umframt at taka lut í teaturframførslum eisini hevur egnar konsertir og tá helst við nútíðar tónleiki.
Stovnari og leiðari orkestursins Wim van Zutphen er úr Hollandi. Hann fekk sær útbúgving í klaverspæli, leiðslu og innan elektroniskan tónleik í Utrecht. Seinni er hann fluttur til Graz í Eysturríki, har hann á tónlistaháskúlanum framhaldandi útbúði seg í jazz tónasmíð.
Solistur í LLULL er mezzosopranin Dagmar Hödl. Hon kemur úr Steiermark í Eysturríki. Útbúgving fekk hon í Graz og Mainz, og sum konsertsangari hevur hon vitjað víða um í Europa og Asia, umframt at hon sum operasangari ofta er á palli bæði í Eysturríki og í Týsklandi.
Umframt at vera fastur limur í Austrian Art Ensemble undirvísir Dagmar Hödl á Universität für Musik und darstellende Kunst í Graz.
Á konsertini í kvøld í Norðurlandahúsinum syngur Petra Iversen kingosálmar og ein dupultkvartett úr Havnarkórinum syngur gamlan føroyska fólkatónleik.