Roknast kann nú við, at Australian Open verður útsett í eina ella tvær vikur.
Tað sigur eitt umboð fyri lokalstjórnina í Victoria í Australia sambært BBC.
Australian Open er fyrsta grand slam kappingin í kalendaraárinum, og skuldi eftir ætlan vera frá 18. til 31. januar.
Koronureglurnar í Victoria merkja kortini, at tað er ivasamt, um leikararnir sleppa inn í Victoria fyrr enn í januar mánaði, og skoðbráðið hjá teimum at gerast klárir til 18. januar er ov stutt.
Tað ber til, at leikararnir sleppa at venja, meðan teir eru í sóttarhaldi, men hetta er ikki góðkent av myndugleikunum enn, og tí er sannlíkt, at kappingin verður útsett í eina viku ella tvær.