Australia viðurkennir triðja kyn

Australia legst nú aftur at teimum londum, sum góðkenna eitt sokallað triðja kyn, ið verður ein møguleiki, eins væl og kvinna ella maður.

Bæði stjórnin og hægstirættur í Australia hava góðkent broytingina, ið ger, at fólk kunnu velja eitt triðja kyn, uttan tó at siga meira nágreiniligt, hvat tað kann vera.

Upprunin til hetta er ein persónur, sum var lagdur undir skurð fyri at skifta kyn, men síðani ikki kundi siga seg vera vísan í, um viðkomandi nú var kvinna ella maður.

Tað endaði við, at hesin persónur stevndi australska statinum, New South Wales, og hevur nú fingið loyvi til ikki at skula binda seg til annaðhvørt at vera kvinna ella maður.