Aurora Borealis konsert í kvøld

Aurora Borealis hevur konsert í Müllers Pakkhúsi í kvøld klokkan 20.30.

 

Aurora Borealis hevur konsert í Müllers Pakkhúsi í kvøld klokkan 20.30.

 

Á skránni er miðaldartónleikur sum Skt. Magnus Hymnan skrivaði í Orknoyggjunum í 1100-talinum. Hymnan er eitt tað fyrsta, sum menn vita um at siga, sum er skrivað í tertsum, hesin vælljómurin, sum ikki fyrr enn nøkur hundrað ár seinni var í Evropa.

 

Cantate Domino av Claudio Monteverdi er ein 6-ræddað motett, sum byggir á Sálm 98.

 

- Tað er ein serstakur ljómur, tá so fá fólk syngja í 6 røddum, samstundis sum tað setir stór krøv til tann einstaka sangaran. Ein av teimum kongaligu Dávids sálmum, Sálmur 93-99, sum prísa Gudi sum kong hjá sínum fólki.

 

Tey, sum standa aftan fyri Aurora Borealis vísa á, at instrumentalur tónleikur er eisini á skránni, har Súsanna Joensen og Bjarni Jøkladal eru solistar. Vokalsolistur er eisini Erla Bech Nolsø og upplestur Guttorm Joensen.

 

Tað er Ólavur Jøkladal, sum er leiðari hjá Aurora Borealis.