Tann danska songkvinnan Aura kom fyrst fram við fløguni Columbine í 2008, og í fjør útgav hon fløguna Before The Dinosaurs. Nú bjóðar hon til listaframsýning í Gallarí Asbæk.
Á seinnu fløguni hjá songkvinnuni vóru eitt nú hitt sum In Love With The World og Geronimo. Gaffa gav fløguni fýra stjørnur, og segði eitt nú, at Aura er ein sera góð songkvinna, og at hon skriva góðar sangir, sum eru at meta sum góður popptónleikur, sum hóskar væl til dagsins sjangru.
Nú hevur hon valt at gerast listakvinna, og tann 3. august verður ein listaframsýning, sum ber heitið Auravision, og hon verður í Gallarí Asbæk í Keypmannahavn.
Sambært Gaffa verður tað eitt univers av neon, yvirskriftum og móta.
Listaframsýningin verður fram til 9. august.