Aung San Suu Kyi vald á ting

Andstøðan í Myanmar sigur, at leiðari hennara, Aung San Suu Kyi, er vald inn á ting í dag. Sagt verður, at hon fekk 82 prosent av atkvøðunum í valdøminum Kawhmu, men talsmaðurir fyri Demokratisku Tjóðskaparfylkingina ásannar, at talan er um eina óalmenna uppteljing.

Tíðindastovurnar skriva, at fleiri milliónir fólk vóru á vali í dag at velja 45 av teimum meiri enn 600 tinglimunum.

Andstøðan legði í morgun valmyndugleikarnar undir at royna at svika við atkvøðuseðlunum. Talsmaður floksins segði, at tey høvdu fingið fráboðanir úr øllum landinum um royndir at svaka, at at málið var sent valnevndini.