Í morgun tók andstøðuleiðarin í Myanmar, Aung San Suu Kyi, sæti í tjóðartinginum. Upprunaliga sýttu hon og hinir 33 tinglimirnir hjá flokki hennara fyri at svørja ein eið, sum sigur, at tey skulu verja stýrisskipanina, tí tað er hernaðarstýrið, sum hevur orðað skipanina. Men hesum kravi sleptu tey.
Nógv tíðindafólk vóru hjástødd, tá Aung San Suu Kyi fór inn í tinghúsið. Eitt av tíðindafólkunum spurdi hana, um hetta er ein týdningarmikil dagur fyri Myanmar.
-Tað kann bara tíðina vísa, svaraði hon.
Aung San Suu Kyi varð vald í tjóðartingið á valinum, sum var tann 1. apríl.










