Aung San Suu Kyi krevur nýskipanir

Í einari røðu í tí almenna sjónvarpinum í Myanmar í dag kravdi andstøðuleiðarin, Aung San Suu Kyi, meiri demokrati og størri talifrælsi, samstundis sum talaði fyri at geva fjølmiðlunum betri umstøður at virka í. Harafturat vildi hon hava eitt rættvíst dómsvald, segði hon.

-Vit skulu hava lógir, sum verja fólkið, tí bara í einum rættarsamfelag kunnu fólk kenna seg trygg, segði Aung San Suu Kyi í teirri søguligu sjónvarpsrøðuni. Stjórnin hevur gjørt av, at allir flokkar, sum stilla upp til tjóðartingsvalið tann 1. apríl, fá eitt korter í tí almenna sjónvarpinum, og hetta verður tulkað sum ein roynd at lata andstøðuna sleppa framat.

Aung San Suu Kyi hevur sitið í húsavarðhaldi tað mesta av teimum seinastu 20 árunum. Útlendskir eygleiðarar siga, at stýrið í Myanmar vil hava hana í tingið, tí tað kann gera nýskipanarpolitikkin hjá stjórnini meiri veruleikakendan.