Aung San Suu Kyi ákærd

Fær hernaðarstýrið í Myanmar viðhald, kann Aung San Suu Kyi fáa upp í fimm ára fongsul Hernaðarstýrið í Myanmar ákærdi í morgun andstøðukvinnuna Aung San Suu Kyi fyri at hava brotið reglurnar um húsavarðhald við at hava havt samband við ein útlending.

Talan er um ein amerikanara, sum bleiv tikin í síðstu viku eftir at hava vitjað Aung San Suu Kyi í tveir dagar.

Hernaðarstýrið sigur, at andstøðukvinnan kemur fyri rættin mánadagin, og verður hon dømd sek, kann hon fáa upp í fimm ára fongsul.

Viðhaldsfólk hjá Aung San Suu Kyi siga, at hernaðarstýrið hevur gjørt av at seta hana í fongsul, nú tað fer at styttast til tað ætlaða valið næsta ár.