Fyrrverandi leiðarin í Myanmar Aung San Suu Kyi er í dag dømd sjey ár afturat í fongsul fyri mutur. (Arkivfoto). - Foto: Soe Zeya Tun/Reuters

Aung San Suu Kyi dønd sjey ára fongsul fyri mutur

Tilsamans er fyrrverandi leiðarin í Myanmar dømd 33 ára fongsul fyri ákærur, sum hon hevur víst aftur sum høpisleysar

 

Fyrrverandi leiðarin í Myanmar Aung San Suu Kyi er í dag dømd sjey ár afturat í fongsul fyri mutur. (Arkivfoto). - Foto: Soe Zeya Tun/Reuters

Fyrrverandi leiðari í Myanmar Aung San Suu Kyi er við ein dómstól dømd sjey ára fongsul fyri mutur.

Tað skrivar tíðindastovurnar Reuters og AFP.

Suu Kyi hevur verið fongslað, síðani herurin koppaði stjórn hennara. Tað var í februar í fjør..

Tann 77 ára gamla kvinnan, sum hevur fingið friðarheiðursløn Nobel,s, var fyrr í ár funnin sek í 14 ákærupunktum. Millum annað fyri mutur og fyri at leka loyniligar upplýsingar.

Suu Kyi er tilsamans dømd 33 ár í fongsul fyri ákærur um millum annað roynd at ávirka valnevndina hjá landinum. Hon er harumframt dømd fyri brot á avmarkingar í samband við covid-19.

Hon hevur víst øllum ákærum aftur og kalla tær høpisleysar.

Journalistar er sambært AFP útihýstir frá rættarfundunum í málinum. Advokatar hjá Suu Kyi hava heldur ikki loyvi at tosa við fjølmiðlar.

Fleiri lond í vesturheiminum hava avvíst rættarmálið sum "eitisrættargongd", sum hevur verið gjørt fyri at halda størsta fíggindan hjá hernaðarstýrinum frá sær.

Síðani herurin tók valdið hevur ófriður verið í Myanmar. Fleiri enn 2600 fólk eru deyð í samanbresti við herin.

Suu Kyi var leiðari í Myanmar og flokkurin NLD vann í 2015 stórsigur á fyrsta frælsa valinum í Myanmar í 25 ár. 

NLD vann eisini seinasta valið í november í 2020 sannførandi. Herurin góðtók ikki valúrslitið og tók síðani valdið í landinum.

Suu Kyi fekk í 1991 Nobel friðarheiðursløn fyri stríð sítt fyri fólkaræði í Myanmar.

Altjóða verður hon mett sum eitt friðarumboð.

Men eftir at herurin í Myanmar í 2017 fór undir tað, sum ST kallar eitt møguligt fólkadráp ímóti muslimska rohingya-minnilutanum, er stjørna hennara fánað vegna nógvu ákærurnar um vantandi uppílegging.

AFP/Reuters/ritzau/

 

Fyrrverandi leiðarin í Myanmar Aung San Suu Kyi er í dag dømd sjey ár afturat í fongsul fyri mutur. (Arkivfoto). - Foto: Soe Zeya Tun/Reuters