Aung fær Nobel-stuðul

Seks kvinnur, sum hava fingið friðarheiðursløn Nobels, mæla hernaðarstýrinum í Burma til at lata Aung San Suu Kyi leysa

Í einum opnum brævi í bretska blaðnum The Guardian siga tær seks kvinnurnar seg vera vónbrotnar av, at hernaðarstýrið í Burma sýtir fyri at gera eftir áheitanini frá ST um at lata andstøðuleiðaran Aung San Suu Kyi leysa. Eins og tær seks hevur hon eisini fingið friðarheiðursløn Nobels.

 

-Tað burmesiska stýrið eigur ikki at fáa loyvi til at halda fram við sínum grovu brotum á mannarættindini. At Aung San Suu Kyi verður hildin í húsavarðhaldi er ein sjónligt tekin um harðrendu framferðina hjá stýrinum. Men tað er heldur ikki meiri enn tað ovasta av ísfjallinum, skriva tær seks kvinnurnar í The Guardian.

 

Kvinnurnar, sum hava skrivað undir tað opna brævið, eru Jody Williams, Shirin Ebadi, Wangari Maathai, Rigoberta Menchú, Betty Williams og Mairead Corrigan Maguire. Tær leggja afturat, at fyrrverandi amerikanski uttanríkisráðharrin Madeleine Albright er samd við teimum.