Audi Shooting Brake Concept

Á Tokyo Motor Show frumsýndu Audi nýggja konseptbilin Audi Shooting Brake Concept við 3.2 litur V6 motori við 250 hk. Bilurin er rættuliga framkomin við nógvari nýhugsan og sermerktum designi

Audi Shooting Brake Concept er sum navnið sigur ein konseptbilur, sum sýnir hvat vit kunnu rokna við frá Audi í nærmastu framtíð. Um hesin bert er ein konseptbilur, ella hann eisini verður framleiddur vita vit ikki enn, men helst er her talan um ein konseptbil í sambandi við avloysaran fyri sportsbilin Audi TT, sum kemur á marknaðin komandi summar.

Motorurin er ein 3.2 litur V6 við 250 hk og 6-trins girkassa. Bilurin koyrir frá 0-100 km/t upp á 6 sek. Toppferðin er 250 km/t.

Audi Shooting Brake Concept er lutfalsliga stuttur, breiður og lágur. Longdin er
4,18 m, hann er 1,84 m breiður og 1,35 m høgur. Designið er rættuliga sermerkt við stórum luftkanalum framman, stórum kølaragittari, breiðum skermum og lágum rútum. Lyktirnar framman og aftan eru allar við nýggjasta LED diodu-tøknini.

Undirvognurin er sera framkomin við nógvari nýhugsan sum t.d. "Audi Magnetic Ride" stoytdoyvaraskipan við magnetorheologiskari vesku, har viskositeturin ávirkast elektromekaniskt og verður stýrt elektroniskt. Eisini hevur bilurin elektromekaniskar róðurgreiðir. Bremsuskivurnar, ið eru gjørdar úr keramik, eru lættari, tola meira hita og hava fýra ferðir so langa livitíð sum vanligar stálskivur. Dekkstøddin er 245/40-19, og koyrieginleikarnir eru heilt í topp við t.d. Quattro 4x4-systeminum. Audi kunnu í ár hátíðarhalda at 25 ár eru liðin síðan fyrsti Audi Quattro kom á marknaðin í 1980.

Um akkurát hesin bilurin verður veruleiki, vita vit ikki enn, men talan er í øllum førum um ein spennandi og avbjóðandi bil.