Audi S4 - við V8 motori og 344 hk

Audi koma nú á marknaðin við nýggjum sportligum toppmodellum í A4 røðini. Talan er um S4, ið eins og forgangararnir, bæði fáast sum limousine og Avant

S4 líkist A4, men er ein annarleiðis sportligur bilar við t.d. 6-trins sportgirkassa, 18" alufelgum og permanentum Quattro fýrahjólstrekki og stramman aluminium undirvogni. Motorurin er ein 4,2 litur V8 við 344 hk, sum koyrir frá 0-100 km/t uppá 5,6 sek. Tað tekur einum S4 bert 20,6 sek. at koma uppá 200 km/t. Toppferðin verður elektroniskt avmarkað til 250 km/t. At síggja til eru tað bert smáar designbroytingar á muni millum ein vanligan A4 og ein S4. Til dømis er størri luftinntak í forkúfangaranum, Xenon-forlyktir, síðuspegl úr poleraðum aluminium og tvey størri útstoyt í báðum síðum aftan.