Audi Nuvolari er ein roynd at vísa hvønn veg Audi ætla sær, hvat viðvíkur designi og sportligum koyrieginleikum, sigur kendi bildesignarin Walter de Silva, ið kom frá Alfo Romeo. Audi Nuvolari Quattro er ein stórur bilur, hann er 4,80 cm langur, 1,92 cm breiður og 1,41 cm høgur. Aksilfrástøðan er 1,89 cm. Motorurin er ein V10 biturbo við beinleiðis bensininnsprænings og 600 hk. Hann koyrir frá 0-100 km/t uppá 4,1 sek. Bilurin er uppkallaður eftir kappkoyraranum Tazio Nuvolari, sum 3. september í 1939 vann eina Grand Prix kappkoyring í einum Auto Union.