Audi minibilur

Audi fáast skjótt í øllum støddum frá A1 til A8. Eftir ætlan skal nýggi minibilurin Audi A1 frumsýnast á Tokyo Motor Show í oktober, men roknað verður við at hann eisini verður at síggja á Frankfurt Motor Show í september.

Talan er um ein smartan bil við sermerktum designi - stórum kølaragittari og lágum rútum. Designið minnir eitt sindur um tann fyrra Audi TT. Bilurin verður í sama klassa sum t.d. Mini, sum BMW eiga. Audi A1 kemur eftir ætlan á marknaðin í 2009.