Audi Le Mans Quattro verður til R8

Audi hava nú almannakunngjørt, at rasarabilurin Le Mans Quattro, nú skal framleiðast á eini nýggjari verksmiðju í Neckarsulm í Týsklandi. Bilurin skal eita Audi R8, fær 420 hk og kemur á marknaðin í 2007

Higartil hevur konseptbilurin Audi Le Mans Quattro, sum fyrstu ferð var alment sýndur fram fyri tveimum árum síðan, verið roknaður sum ein desideraður racarabilur. Men nú er avgerð tikin um, at bilurin skal framleiðast á eini nýggjari verksmiðju í Neckarsulm í Týsklandi undir navninum Audi R8. Audi hava gjørt eina íløgu upp á 28 milliónir evrur í hesa verksmiðju. Tað verður dótturfelagið hjá Audi, Quattro GmbH, sum fær ábyrgdina av framleiðsluni.

Bilurin verður ein tann fyrsti á marknaðinum við LED-forlyktum (diodulyktum).
Fyrimunirnir við hesum lyktum er, at umframt at tær lýsa sera væl, halda tær alla livitíðina hjá bilinum.

Bilurin verður permanent drivin av øllum fýra hjólunum, og motorurin verður ein 4.2 litur V8 við beinleiðis innspræning og 420 hk. Seinni kemur R8 helst eisini við V10 motori.

Audi R8, ið sær út sum ein rasarabilur, lágur og breiður við sera sportsligum designi, kemur á marknaðin í 2007.