Audi vóru gjørdir fram til seinna verðaldarbardaga, tá framleiðslan steðgaði við árgangi 1939.
Síðan varð eingin Audi framleiddur fyrr enn í 1965, tá Volkswagen árið fyri, í 1964, høvdu keypt týsku Auto Union verksmiðjuna í Ingolstadt, sum tá framleiddi DKW.
Audi hava framvegis teir fýra ringarnar frá Auto Union sum búmerki. Ringarnir standa fyri fýra bilmerkir: Audi, Horch, DKW og Wanderer, sum løgdu saman til Auto Union í 1932.