TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hjartasuffið, sum formaðurin í FC Suðuroy, Julius Vest Joensen hevði á Rás2 fyrr í kvøld.
Julius heldur avgjørt, at grannauppgerðin millum FC Suðuroy og TB suðuri í Vági átti als ikki at verið spæld í dag. Heldur skuldi ein kannað veðurlíkindini og sæð, at klókast og best hevði verið, at grannauppgerðin hevði verið spæld í góðum veðurlíkindum í annaðkvøld.
Julius er ikki í iva um, at fótbóltsspælið er tann størsti taparin, tá ein slíkur dystur verður tvingaður ígjøgnum í ringum veðurlíkindum.