TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum Rás2 hevði við liðskiparan hjá ÌF, Fritleif í Lambanum. ÍF spældi í dag javnleik 2-2 ímóti HB í Fuglafirði, har HB varð á odda bæði 1-0 og 2-1.
Fritleif heldur, at ein kann siga, at tað er ein moralskur sigur, tá ein bjargar einum stigi í 95. minutti, men Fritleif heldur, at ÍF átti at vunnið, tí sambært honum átti ÍF at fingið fýra ella fimm mál í seinna hálvleiki.
Leikliga heldur Fritleif, at seinni hálvleikur er tað besta ÍF hevur lagt fyri dagin síðani summarsteðgin.