Átta tilburðir í gjár

Átta nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Tvey vórðu kannað positiv við komu til Føroya, og ein við 4. dags kanning. Hini fimm eru smittað í Føroyum. Í fýra førum er talan um kenda smittukeldu, og í eina førinum er smittukeldan ókend.

 

2103 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. Tilsamans eru nú gjørdar 324.018 kanningar.

 

825 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 770 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

 

Í løtuni eru 54 persónar smittaðir við koronu.