Átta milliónir lupu av hjá Tryggingini

Úrslitið hjá Tryggingarfelagnum Føroyar fyri 2013 var munandi lægri enn í 2012, tá avlopið var góðar 51 millióir krónur.

Úrslitið hjá Tryggingarfelagnum Føroyar fyri 2013 var munandi lægri enn í 2012, tá avlopið var góðar 51 millióir krónur.

 

– Eftir fleiri góð ár við lutfalsliga stórum avlopi, avgjørdi Tryggingarfelagið Føroyar at lækka prísin á tryggingargjøldunum í fjør. Hetta, eins og fleiri størri skaðahendingar, ávirkaðu ársúrslitið hjá felagnum, sigur felagið í tíðindaskrivi.

 

Ársfrásøgn fyri 2013 hjá Tryggingarfelagnum Føroyum P/F verður í dag løgd fram á aðalfundi hjá móðurfelagnum Ognarfelag Tryggingartakaranna. Úrslitið hjá Tryggingarfelagnum Føroyum gjørdist góðar 8 mió. kr. eftir skatt.

 

Eftir fleiri góð ár við lutfalsliga stórum avlopi, valdi Tryggingarfelagið Føroyar í fjør at lata góðu úrslitini koma tryggingartakaranum til góðar, og lækkaði bæði privatu og vinnuligu tryggingargjøldini við 20 prosentum. Hetta sæst aftur í úrslitinum.

 

Tryggingartekniska avlopið hjá Tryggingarfelagnum Føroyum var 2,4 mió.kr. í 2013. Tað er 48,9 mió. kr. minni enn í 2012, tá avlopið var 51,3 mió.kr. Orsøkin til afturgongdina er í høvuðsheitum lækkað tryggingarinntøka og øktar skaðabøtur.