Nú Sjálvstýrisflokkurin stillar upp til fólkatingsvalið er sannlíkt, at átta listar verða at velja ímillum til fólkatingsvalið.
Tað er bara Sjálvstýrisflokkurin, sum hevði boðað frá, at flokkurin ikki stillaði upp til fólkatingsvalið. Men hendan støðan er nú broytt. Sannlíkt er, at allir hinir seks flokkarnir, sum eru umboðaðir á løgtingi, stilla upp. Aftur at teimum er listin hjá Zakariasi Wang.
Greitt er eisini, at eingin annar flokkur kann stilla upp. Tí fyri at stilla upp til fólkatingsval í Føroyum, so skal flokkurin frammanundan vera umboðaður á Føroya Løgtingi. Einasti møguleiki at stilla upp – um talan ikki er um ein av teimum sjey flokkunum á tingi, er at stilla upp uttanflokka, soleiðis sum Zakarias Wang ger.
Tað er heldur ikki møguligt hjá flokkum at gera listasamgongu. Tann møguleikin varð tikin úr fólkatingsvallógini fyri um 20 árum síðani.
Á seinasta fólkatingsvalið vunnu Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin teir báðar sessirnar. Hesir báðir flokkarnir eru eisini teir, sum oftast hava umboðað Føroyar á fólkatingi. Men Fólkaflokkurin og Tjóðveldi hava eisini havt umboð valt á fólkating fleiri ferðir.
Valið hesaferð stendur – eins og so mangan áður, millum teir fýra stóru flokkarnar. Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Tjóðveldi. Einasta veljarakanning, sum higartil er gjørd í sambandi við komandi fólkatingsval, segði at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin endurvinna fólkatingsessirnar.
Sambært kannignini, sum Fynd gjørdi fyri Sosialin, fær Javnaðarflokkurin størstu framgongdina. Flokkurin fær 28,8 prosent av atkvøðunum, sum er ein framgongd upp á 7,9 prosentstig.
Sambandsflokkurin vinnur greitt hin fólkatingsessin sambært kanningini. Sambandsflokkurin gjørdi eitt rimmar hál seinast, tá hann fekk 30,8 prosent. Hesaferð fær flokkurin 26,9 prosent, sum er ein afturgongd upp á 3,9 prosentstig.
Úrslitið sambært veljarakannignini í prosentum er hetta:
Javnaðarflokkurin 28,8
Sambandsflokkurin 26,9
Fólkaflokkurin 17,4
Tjóðveldi fekk 17,2
Framsókn 4,9
Miðflokkurin 3,4
Sjálvstýrisflokkurin 0,9
Uttanflokkalistin hjá Zakarias Wang 0,5