Átta landsdystir í august

Meðan U15-genturnar fara til Baltic Cup í Litava, og U17-dreingirnir skulu taka lut í NM í Finnlandi, ferðast U16-genturnar til Írlands, har tveir venjingardystir eru á skránni, skrivar Fótbóltssambandið

Ungdómslandsliðini skulu spæla í alt átta dystir í august mánað - Mynd: Hans Erik Danielsen

Meðan U15-genturnar fara til Baltic Cup í Litava, og U17-dreingirnir skulu taka lut í NM í Finnlandi, ferðast U16-genturnar til Írlands, har tveir venjingardystir eru á skránni, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Nakað av landsliðsvirksemi er á breddanum hjá trimum av føroysku ungdómslandsliðunum í august mánað.

 

Mótstøðulondini vera Danmark, Noreg, Estland, Lettland og Litava, og tvær ferðir Írland. Afturat hesum kemur eitt annað av norðurlondunum, tá plaseringsdystirnir í NM fyri U17 Dreingir skulu spælast.

 

Ungdómslandsliðini skulu nevniliga spæla í alt átta landsdystir í komandi mánað. Í Baltic Cup 2023, sum í ár verður í Litava, skulu U15-genturnar spæla ímóti Estlandi og Lettlandi, umframt litavisku vertunum.

 

U16-genturnar sleppa eisini at royna seg í næstum. Fótbóltssamband Føroya hevur fingið avtalu í lag við írska fótbóltssambandið, at Írland verður vertur fyri tveimum venjingardystum í august. Fyrri dysturin verður 22. august, meðan tann seinni verður hósdagin 24. august. Men fyrstu landsliðsavbjóðingarnar í komandi mánað vera frá 1. til 9. august, tá árliga NM kappingin fyri U17 Dreingir er á skránni.

 

Føroyar leggja fyri ímóti Danmark fríggjadagin 4. august, og tveir dagar seinni er Noreg mótstøðuliðið. Triðji dysturin verður týsdagin 8. august, tá plaseringsdystirnir skulu spælast.

 

Sum skráin sær út í løtuni, so spæla føroysku fótbóltslandsliðini tilsamans 57 dystir í 2023

 

Skráin:

 

4. aug. Føroyar – Danmark (U17 Dreingir)

 

6. aug. Føroyar – Noreg (U17 Dreingir)

 

8. aug. Plaseringsdystir (U17 Dreingir)

 

 

 

23. aug. Litava – Føroyar (U15 Gentur)

 

25. aug. Estland – Føroyar (U15 Gentur)

 

27. aug. Føroyar – Lettland (U15 Gentur)

 

 

 

22. aug. Írland – Føroyar (U16 Gentur)

 

24. aug. Írland – Føroyar (U16 Gentur)

 

Ungdómslandsliðini skulu spæla í alt átta dystir í august mánað - Mynd: Hans Erik Danielsen