Átta flóttar doyðu í Ermasundi

Átta flóttar doyðu, tá teir royndu at koma yvir um Ermasund.

Holvdi gummibáturin, sum førdi til, at átta flóttar doyðu í Ermasund millum Frakland og Bretland. - Foto: Bernard Barron/Ritzau Scanpix

Átta flóttar doyðu í nátt, eftir at báturin hjá teimum holvdist, upplýsir franska løgreglan.

 

Átta flóttar eru deyðir, eftir at teir royndu at koma um Ermastund millum Frakland og Bretland. Tað skrivar franska tíðindastovan AFP sunnudagin.

Báturin hjá flóttunum holvdist stutt eftir fráferðina, upplýsir franska løgreglan.

Franskir myndugleikar hava váttað vanlukkuna um nú um middagsleitið.

Embætismaður í Pas-de-Calais-økinum, Jacques Billant, sigur við AFP, at bjargingarfólk umleið klokkan 01 lokala tíð fingu boð um, at ein bátur út fyri strondini við Ambleteuse var í vanda.

Sambært embætismanninum vóru 59 fólk umborð á bátinum. Hini 51 ferðafólkini eru nú í umsorgan hjá bjargingarfólkunum, stendur í fráboðanini.

Sjóvinnumyndugleikarnir í landinum søgdu leygardagin, at fleiri tilflytarar høvdu roynt at gjørt ferðina yvir um kanalina í smáum, yvirfyltum bátum seinastu dagarnar.

Bara frá fríggjadegnum til leygardagin vórðu átta royndir gjørdar at fara um sundið og 200 fólk vórðu bjargað uppá 24 tímar, stendur í fráboðanini.

Vanlukkan hendir minni enn tvær vikur eftir eina líknandi roynd, har 12 tilflytarar doyðu, meðan teir royndu at fara yvir um sundið.

 

##med2##

Tað gjørdist tann vanlukkan av hesum slag í 2024, sum kravdi flest mannalív.

Fleiri enn 22.000 tilflytarar eru farnir yvir um Ermasund síðani byrjanina av 2024, siga bretsk embætisfólk við AFP.

Tilflytararnir rinda menniskjasmuglarum fleiri túsund evrur fyri hvønn persón fyri at flyta teir úr Fraklandi og yvir um markið til Bretlands.

Franskir og bretskir myndugleikar hava í fleiri ár roynt at steðga streyminum av tilflytarum millum londini.

Ermasund er ein tann mest ferðafólkaða siglingarleiðin. Streymurin í kanalini er harður, og tað ger tað serliga hættisligt at fara yvir um hana við smáum bátum.

 

/Ritzau/

 

Holvdi gummibáturin, sum førdi til, at átta flóttar doyðu í Ermasund millum Frakland og Bretland. - Foto: Bernard Barron/Ritzau Scanpix

Tilflytarar, sum royna at fara yvir um Ensku Sundið úr Fraklandi til Bretlands. Átta tilflytarar doyðu sunnunáttina í eini líknandi roynd at fara yvir um sundið. (Arkivmynd). - Mynd: Benoit Tessier/Reuters