Í dag varð ein heildarætlan um kynsligan ágang handað Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í Almannamálum.
Heildarætlanin fevnir um átta átøk, sum kunnu setast í verk yvir eitt trý ára skeið, og fara at kosta 4,3 milliónir krónur.
Átøkini fevna um viðgerðartilboð, upplýsing og kunning, tilbúgvingarætlan, átøk, sum venda sær til fólk og felagsskapir, sum fáast við børn í frítíðini og átøk í mun til fólk við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum.
Síðan á vári 2012 hevur verið arbeitt við at seta í verk átøkini í Heildarætlanini um harðskap í parløgum og nærsambondum. Í Harðskaparætlanini er harðskapur allýstur í breiðasti merking, og fevnir tískil eisini um kynsligan harðskap.
Tó metti eitt samt Løgting, at neyðugt var at gera eina serliga heildarætlan um kynsligan ágang.
Ætlanin er, at átøkini í Heildarætlanin um kynsligan ágang verða sett í verk saman við og í framhaldi av Harðskaparætlanini.
Landsstýriskvinnan ætlar at leggja Heildarætlanina fyri Løgtingið til aðalorðaskifti í vár.
- Átøkini eru hvør á sínum øki umráðandi at fáa sett í verk, og vóni eg, at Løgtingið tekur væl ímóti hesum, so farast kann undir at seta Heildarætlanina og átøkini í henni í verk, eins og uppskotið mælir til, sigur Annika Olsen.