Atsókn á Orð Guds

Sagt hevur verið, ongum nýtist at verja eina leyvu, lat hana sleppa leys, hon verjir seg sjálv, soleiðis er við Bíbliuni Orði Guds, tað verður standandi og alt annað gongur til grundar, eitt og hvørt mál, ið stríðir ímóti Bíbliunar meginreglu, sum verður borið niðan í tingið, eiga trúgvandi tinglimir at afturvísa og ikki bert sita passivir, eins og var tá andstøðuuppskot bleiv samtykt, handfaringin í málinum átti at verið heilt klár, eingin samgonga við slíkari undirtøku

Og nú frameftir skal Bíblian (orð Guds) standa fyri skotum, sum vit síggja dagliga í alheimsgerðini. Tað er umráðandi at tinglimir eru vaknir, siga orð á røttum stað, í rættari tíð, Kristus. Hitt livandi orð. Orð einglanna til Mariu, søgd frá av Lukkas lækna, Heilagi Andin, skal koma yvir teg, tí skal eisini hitt heilaga ið føtt verður, kallast.

Sonur Guds (Lukkas 1,35) Kristus spyr jødarnar hvussu teir kunnu trúgva orðum hansara, tá teir ikki trúgva skriftum Mósesar (Jóh. 5,47). Jesus sigur í Getsemane urtagarði, tá flokkurin frá teim elstu varð komin fyri at taka Hann.

Hetta hendir fyri at skriftirnar skulu ganga út (Mark 14.49).

Angisróp Kristusar á krossinum: Gud mín, Gud mín, hví ert tú farin frá mær, er at finna í fyrsta ørindi av Sálmi 22, eftir David.

Faðirin í himli mátti venda sær frá honum, Kristus, sonur Faðirin í himli mátti fullføra verkið aleinaður. »Tað er fullgjørt«, stendur í seinasta ørindi í sama sálmi.

Faðir í hendur tínar gevi eg anda mín er setningur úr Sálmi 31.

Vit síggja týðiliga, alt mátti henda fyri at skriftirnar skuldu ganga út. Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring til rættleiðing, til uppforstran í rættvísi 2. Tim. 3,16.

Øll, sum vilja liva gudiliga í Kristi Jesusi skulu verða atsøkt. 2. Tim. 3.12.

Jesus sigur, tá ið heimurin hatar tykkum, skulu tit vita, at hann hevur hata meg, áðrenn hann hataði tykkum, Jóh. 15.18.

Eingir álítandi upplýsingar eru um Kristus uttanfyri Bíbliuna, tískil ber ikki á nakran hátt til at taka ímóti Honum, uttan so, at vit góðtaka orðini fyri sonn, sum Bíblian ognar honum.

Samuel, staðfestir leiðir Harrans yvirfyri Eli. Eg, Harrin, havi kunngjørt honum (Eli) at eg skal døma hús hansara til ævigar tíðir - afturfyri ta misgerð, at hann visti, at synir hansara drógu bann oman yvir seg og kortin ikki av álvara setti at teimum, 1. Sámuelsbók 3,13.

Harrin rópti, Sámuel! Sámuel! Og Sámuel svaraði: Tala Harri - tænari tín hoyrir 1. Samuelbók 3.9.

Harrin segði við Sámuel: Nú skal eg gera nakað í Ísrael, sum skal fáa tað at ringja fyri báðum oyrum álra teirra, ið hoyra um tað, 1. Samuelsbók 3.11.

Vit síggja greidliga at skriftirnar Orð Guds eiga at verða tiknar til eftirtektar og verða alt avgerandi.