Atsókn móti rentabilitetinum í fiskiskipaflotanum
Hetta er í háárstíð fyri fiskaprísir. Prísirnir á marknaðinum eru í toppi, og bæði fiskimenn og skip fáa tá mestu úrtøkuna á árinum.
Ætlanin er at leggja allan flotan, eisini garnaskipini og djúpvatnstrolararnar, sum ikki eru undir fiskidagaskipanini.
Ætlanin hjá landsstýrismanninum og samgonguni er ivaleyst at verja toskastovnin, men herferðin rakar skeivt og fer at fáa stórar fíggjarligar avleiðingar, eitt nú fyri skip, sum bara fiska svartkalva og havtasku, sum tey fáa heilt góðan marknaðarprís fyri hesa ársins tíð á hvørjum ári.
Upsaprísirnir eru somuleiðis stak góðir fyrstu dagarnir eftir nýggjár, og eru tað fleiri skip, sum so at siga bjarga sær árinum hesa ársins tíð við einum skjótum túri millum jólanna.
Hetta verður nú søga.
Samgongan hevur av órannsakiligum orsøkum sett sær fyri at knúlva tað gevandi føroyska útflutningsvirðið um nýggjársleitið burtur úr hagtølunum, og at tvinga føroyskar fiskimenn til at ganga heima, tá úrtøkan úr sjónum er upp á tað mesta.
Politiska atsóknin móti rentabilitetinum í fiskiskipaflotanum liggur langt uttan fyri vanligt vit og skil.
Landsstýrismaðurin er á tingi spurdur, um hann kann geva løgtinginum og almenningum eina bara nøkunlunda skilagóða frágreiðing upp á henda skilaleysa fiskivinnupolitikkin, sum nú er í eygsjón.
Tað kundi hann ikki, og í samgonguni tóktist eingin áhugi vera fyri at støðga hesum skilaloysi.