Arbeiðið við at gerða atløgusíðuna við Rætt, sum byrjaði seinasta heyst, er nú liðugt.
Tað skrivar Nes Kommuna á sínari heimasíðu
Í byrjanini var ætlanini, at atløgusíðan skuldi verða 20 metur, men tíðliga í summar var avgjørt at leingja hana til 40 metur.
Tað er J & K Petersen sum hevur staðið fyri arbeiðinum við atløgusíðuni og uppfyllingararbeiðinum. Teknistovan GØTA hevur projektera og havt eftirlit við arbeiðinum.
Arbeiðið við atløgusíðuni fekk ikki eina góða byrjan. Teir fyrstu 20 metrarnar skuldu verða lidnir í fjør, men í ringum uppgangi fyrst í desember 2012 fóru spunsiljørnini, sum vóru sett upp til fyrstu 20 metrarnar, í havið. Arbeiðið bleiv síðani niðurlagt fyri veturin, og byrjað varð aftur 1. apríl 2013.
Eftir er nú at asfaltera økið frammanfyri atløgusíðini og verður hetta gjørt í næstum.
Kostnaðurin fyri alt arbeiðið er mettur at verða 4,55 milliónir krónur.