- Vit vísa mentalar steinar (tó sagt sterkari í ljóðbrotinum, red.) í dag. Orðini eigur føroyski liðskiparin Atli Gregersen, sum brúkar bæði sterk og jalig lýsingarorð fyri at seta orð á góða 2-0 sigurin hjá føroyska landsliðnum á Lettlandi á Skonto leikvøllinum í Riga í gjárakvøldið.
- Tit tosa um Portugal, men vit høvdu fokus á hendan dystin, og kríggjaðu tað heim, sigur Atli Gregersen.
- Hetta er sum at blaka nakrar brundar út á bøin, tí teir (føroysku spælararnir, red.) renna bara "riot", men eg haldi eisini, at vit kunnu kríggja, og tað gjørdu vit í allarhægsta grad, slær liðskiparin fast.
Atli Gregersen staðfestir, at framtíðin er bjørt hjá føroyska landsliðnum við so góðum ungum spælarum, og kryddrað saman við nøkrum gomlum spælarum gongur tað væl upp hjá liðnum. Nú gleðir liðskiparin seg at taka ímóti Portugal á heimavølli har ein fantastisk føroysk áskoðarafjøld fer at bera liðið langt.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr beinleiðis samrøðuna Tróndur Arge hevði við Atla Gregersen aftaná 2-0 sigurin í gjárakvøldið.
Undir samrøðuni verða Atli og Tróndur órógvaðir av Brandi Olsen, sum bjóðar teimum turran fisk.