Atli: Vit ætla at vinna fyri føroyskan fótbólt

(Rás2) Liðskiparin hjá Víkingi vónar, at kosovanska meistaraliðið, KF Trepca 89 fer at gera nøkur byrjanarmistøk ímóti Víkingi

Víkingur var fyrsta liðið, sum bleiv drigið í Champions League lutakastinum í ár. Mótstøðuliðið gjørdist meistaraliðið úr Kosovo KF Trepca 89. Heimadysturin verður spældir antin 27. ella 28. juni, meðan útidysturin verður spældur antin 3. ella 4. juli.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna André Olsen hevði við liðskiparan hjá Víkingi, Atla Gregersen í tí serligu Champions League/Europa League sendingini á Rás2 fyrr í dag.

 

- Vit ætla at vinna fyri føroyskan fótbólt, slær Atli Gregersen fast. Liðskiparin hjá Víkingi er greiður yvir, at tað verður ein torfør uppgáva, men hann vónar, at KF Trepca 89, sum tekur lut á fyrsta sinni í Champions League undankappingini fer at gera nøkur byrjanarmistøk ímóti tí roynda liðnum hjá Vìkingi.

 

Atli Gregersen staðfestir, at talan hevur verið um eitt súrt samdøgur. Fyrst eitt tap í yvirtíðini ímóti NSÍ ígjár, og nú skal Víkingur alla ta longu leið til Kosovo.