Landsliðið hevði fyrrapartin í gjár sína seinastu venjing undan HM undankappingarlandsdystinum móti Sveis, sum verður á Tórsvølli í kvøld klokkna 19.45. Atli Gregersen, liðskipari á landsliðnum, sparir ikki upp á lýsingarorðini, tá hann setur orð á uppgávuna.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna
- Vit skulu í kríggja og verða til reiðar at doyggja fyri Merkið, sigur Atli Gregersen.
Miðverjin ynskir ikki eina endurtøku av stórtapinum fyri Portugal í fjør, men ásannar at Sveis er helst einki aftanfyri Portugal í liðstyrki. Hann heitir eisini á áskoðararnar, um at halda fram við at stuðla landsliðnum so væl, sum teir hava gjørt í seinastuni.
Rás2 sigur beinleiðis frá landsdystinum, sum byrjar klokkan 19.45. Í SportBoxini, sum verður á Rás2 millum 10 og 12, verður upptakt til landsdystin. Sent verður beinleiðis av Tórsvølli frá klokkan 19.










