TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði á Rás2 við liðskiparan hjá Víkingi, Atla Gregersen aftaná 0-2 tapið ímóti lettlendska liðnum, FK Ventspils í Europa League kappingini. Víkingur tapti 0-2 bæði á Svangaskarði og í Lettlandi, og harvið samlað 0-4.
Atli Gregersen heldur, at sveisiski dómarin Nikolaj Hänni var ræðuliga arrogantur, og bríkslaði bara annan vegin. Atli Gregersen kennur seg fullkomuliga burturdømdan, og hann staðfestir, at heimligu, føroysku dómararnir eru klassar omanfyri tað, sum vit hava upplivað í Europa League. Atli skilur heldur ikki brotssparkið, sum var dømt ímóti Víkingi.
Atli Gregersen tekur tó eisini í egnan barm. Hann staðfestir, at avrikið yviri í Lettlandi var ikki nóg gott, og hann ásannar eisini, at tá teir sóu hvussu Nikolaj Hänni dømdi, so átti teir í Víkingi at havt verið eitt sindur meira varnir í sínum spæli.










