Atli vann á Toda

Fremad Amager er undir trýsti, eftir at teir taptu heimadystin móti Frem. Enn eru teir oman fyri niðurflytingarstrikuna, men bert eitt stig er nú niður til AB

Longu eftir einum minutti var Todi Jónsson nær við at skora, tá Fremad Amager í gjár spældi móti Frem. Todi var ein støðug hóttan móti verjuni hjá Atla Danielsen og liðfeløgunum í Frem, og hann legði eisini upp til einsamalla Fremad-málið, sum Ali Aliji skoraði.

Nóg mikið til stig var hetta tó ikki. Við málum frá Wassim El Banna, Tommy Olsen og Martin Jeppesen vann Frem dystin 3-1. Serliga hevði Frem eitt gott tak á dystinum stóran part av seinna hálvleiki, og tí var sigurin uppiborin, verður sagt á heimasíðuni hjá Fremad Amager.

Tem Hansen, Todi Jónsson og Jónas Tór Næss byrjaðu allir á vøllinum fyri Fremad Amager. Í 67. minutti kom Andrew av Fløtum inn fyri Toda Jónsson. Hjá Frem spældi Atli Danielsen samfullar 90 minuttir á miðvøllinum.

Fremad Amager er nú bert eitt stig oman fyri niðurflytingarstrikuna. Næsti dysturin verður á útivølli móti HIK, har komandi Fremad-venjarin, Jakob Friis-Hansen, enn er venjari.