Atli á vøllinum í Frem-tapi

Atli Danielsen og Frem spældu um vikuskiftið lokaluppgerð á útivølli ímóti Hvidovre. Undan dystinum hevði Frem trý stig, meðan uppflytararnir úr Hvidovre høvdu tapt sínar fyrstu tveir dystir.

 

Tað var tó heimaliðið, Hvidovre, sum fekk betru byrjanina, tá Ayoub Sørensen legði teir á odda um miðjan fyrra hálvleik.

 

Sjálvt um Frem royndi at fáa útjavnandi málið, so eydnaðist hetta ikki, og tí vann Hvidovre dystin 1-0 og fekk harvið síni fyrstu stig.

 

Atli Danielsen bleiv skiftur út í 77. minutti.