Í kvøld spælir føroyska A-landsliðið seinasta dystin í Nations League kappingini. Liðskipari á liðnum verður 36 ára gamli miðverjin, Atli Gregersen. Tá ein fótbóltsspælari kemur í slíkan aldur, so byrja spurningarnir um at gevast at koma.
Hoyr samrøðuna við Atla við at trýsta á pílin undir myndini
- Eg veit ikki hvussu eg skal svarað upp á hatta. Tað er nakað, sum javnan er uppi at venda, men eg havi ikki tikið nakra avgerð enn. Eg tók eina avgerð tíðliga í ár um, at eg ikki taki nakra endaliga avgerð fyrr enn alt er liðugt, sigur Atli Gregersen.
Les eisini: Liðið er sett - Jákup og René frá byrjan
Hann spælir í kvøld sín landsdyst nummar 48. Hann kom á landsliðið í 2009 og síðani verið at kalla fastur maður og bleiv seinni liðskipari.
Les eisini: Viggo Jensen: Føroyar skulu byrja væl
- Tá hetta er liðugt, so fari eg at seta meg saman við mínum kæru, og so fáa vit at síggja hvat hendir. Eg føli meg væl til pass og eri væl fyri, men um eg gevist, so fara gaggurnar ikki í skrell, tí vit hava eitt oldboys lið í Víkingi, sigur Atli Gregersen við sínum tiltikna skálkabrosi og leggur afturat:
- Eg ætlaði at siga ongin viðmerking, men tað líkist ikki mær, men eg havi ikki tikið støðu, sigur liðskiparin at enda.
Dysturin i kvøld byrjar klokkan 19.45. FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn frá dystinum.